Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
- Foreldurat Tvørkyndum
- for 4 dage siden
- 1 min læsning
Opdateret: for 2 dage siden
Mikukvøldið 6. mai skipa Foreldur at tvørkyndum fyri einum áhugaverdum tiltaki, ið varpar ljós á evnið kyn og samleiki. Tiltakið verður í Perluni frá klokkan 19 til 21.
Á tiltakinum fer Sigga Birna Valsdóttir at halda fyrilestur um kyn og samleika í dag.
Hvørjar eru avbjóðingar, og hvussu kunnu vit loysa tær? Eisini fer hon at tosa um, hvørjar avleiðingarnar minnilutastrongd hevur fyri sálarheilsuna.
Á tiltakinum verður eisini forkunnugur upplestur. Ein av okkara virknastu rithøvundum, Marjun Syderbø Kjelnæs, fer nevniliga at lesa nýskrivaðan skaldskap.

Umframt fyrilestur og upplestur er eisini tónleikur og ein foreldrafrásøgn á skránni.
Eisini verður ein góður drekkamunnur og høvi verður at seta spurningar.
Um Siggu Birnu Valsdóttir:
Sigga Birna Valsdóttir er psykoterapeutur og familjuterapeutur. Hon er toymisleiðari fyri ráðgevingartænastuna hjá Samtøkunum ’78 í Íslandi. Samtøkum ‘78 er ein íslendskur felagsskapur, sum arbeiðir fyri rættindum og trivnaði hjá lgbtq persónum.
Í fleiri enn 25 ár hevur Sigga arbeitt við ungum, sum stríðast við sosialar og kensluligar avbjóðingar, og við familjum teirra – bæði í einstaklingssamrøðum, bólkum og familjusamrøðum.
Síðani 2009 hevur hon starvast sum ráðgevi og terapeutur hjá Samtøkunum ’78, har hon serliga hevur arbeitt við ungum tvørkyndum. Í mong ár hevur hon skipað fyri stuðulsbólkum fyri ung tvørkynd og familjur teirra.
Hon hevur harumframt ráðgivið hundraðtals fakfólkum innan útbúgvingar-, sosial- og heilsuøkið um kynssamleika og kynsligt fjølbroytni hjá børnum og ungum, kynsliga sannføring, og hvussu ein kann skapa eitt meira kynsinkluderandi umhvørvi. Eisini hevur hon arbeitt nógv við at stuðla og vegleiða í arbeiðinum við børnum og ungum, sum ikki fylgja vanligum kynsnormum.



Kommentarer