Foreldrabólkurin heiðraður á Pride 2025
- Foreldurat Tvørkyndum
- 28. jul.
- 1 min læsning
Pride skrúðgongan 2025 sigt vera hin størsta higartil. Veðrið var framúr, og allan vegin úr vakra ælaboganum í Gundadali og oman á flaggskrýdda Vaglið var jaliga pridehuglagið ráðandi. Á Vaglinum vóru fleiri góðar tónleikaframførslur og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavn, helt eina sera góða og kveikjandi røðu. Í ár blivu tvær LGBT+ heiðurlønir latnar. Onnur varð latin til Bjørt Lind, sálarfrøðing, fyri hennara stóra arbeiði fyri LGBT'arum, og hin heiðurin varð latin Áhugabólkinum fyri foreldur og avvarandi at tvørkyndum.
Vit gleðast sjálvandi um heiðurin og um, at Bjørt Lind fekk heiðurin sum einstaklingur fyri hennara stóra og ótroyttiliga arbeiði. Somuleiðis eru vit takksom fyri tað arbeiðið LGBT+ ger fyri at varpa ljós á tvørkynd og teirra støðu í samfelagnum.
Ein slíkur fagnaðardagur og ein slíkur heiður geva dirvi og áræði at halda fram fyri arbeiðinum fram móti einum rúmligari samfelag.
Foreldrabólkurin møtist aftur í seinnu helft av september og er opin fyri nýggjum luttakarum. Júst nær verður lagt út her á síðuni í góðari tíð.
Vit ynskja øllum eina góða Ólavsøku!
Comments