top of page
Skærmbillede 2025-04-22 kl. 13.05.41.png

Foreldur at tvørkyndum

Endamál

Vit eru ein áhugabólkur, ið hevur til endamáls at upplýsa, vegleiða og skapa ein sosialan felagsskap fyri foreldur at tvørkyndum. ​Bólkurin er opin fyri øllum, ið eru foreldur ella avvarðandi at tvørkyndum. Vit møtast umleið eina ferð um mánaðin. Vit møtast aftur í september 2025. Nærri kunning verður​ her á síðuni, tá tað nærkast.

Endamál okkara er:

-       at styrkja sosialu sambondini millum foreldur og verjar hjá tvørkyndum børnum, ungum og vaksnum.

-       at stuðla einum sosialum lívi hjá børnum og ungum, sum eru tvørkynd.

-       at hýsa tiltøkum fyri bólkin, familjur og onnur áhugað minst tvær ferðir um árið.

-       at stuðla og fremja menning av upplýsandi tilfari um tvørkynd.

Samband

Teldupostur:

foreldurattvorkyndum@outlook.dk

Telefon:

Ranvør Isholm 741050

Christina Johannessen 215324

bottom of page