Lær at leggja feminiserandi sminku við Jóhannu Toftegaard💋✨
- Foreldurat Tvørkyndum
- 15. maj
- 1 min læsning
Opdateret: 16. maj

Mikudagin 20. mai kl. 18-20 hevur Jóhanna Toftegaard feminiserandi sminku-skeið fyri tvørkyndum kvinnum, ikki-binerum og øðrum kvir fólkum, ið vilja læra at leggja feminima sminku❤️.
Jóhanna sigur: “Bring your own makeup bag” 👛💄
Hon fer síðani at læra tykkum alt frá basu til brýr og kann samstundis ráðgeva út frá tí sminkuni, tit hava við.
Um tú ikki hevur brúkt sminku áður, men ynskir at læra tað, hevur Jóhanna gjørt ein lista yvir sminku og amboðum, ið hon viðmælir at taka við:
* Foundation
* Concealer
* Bronzer
* Blush
* Highlighter
* Varrastift og/ella lipgloss
* Vippuboyggjara
* Maskaru
* Pen til brýr
* Makeup-bustir
* Spegl
* Evt. setting powder, nippara, eygnaskuggar, og bust+gel til brýr
Listin er bert vegleiðandi. Tað er heilt í lagi at koma við tí sminkuni, tú eigur, hóast tú ikki hevur alt á listanum❤️.
Sminka hevur sjálvsagt ongar reglur, og einki er rætt ella skeivt. Sminka er heldur ikki til fyri at goyma seg, men fyri at útrykkja seg soleiðis, sum ein ynskir.
Jóhanna vegleiðir tí út frá tí, hon sjálv upplivir sum feminiserandi sminku❤️.
Melda til við at senda sms á tlf. nr. 270320, - skriva navnið.
📍Skeiðið verður í hølunum hjá LGBT+ Føroyum í Tórsgøtu 16. Inngongdin er frá túninum aftanfyri húsini.
Tvey sjálvboðin úr foreldrabólkinum fyri tvørkynd verða til staðar, og Jóhanna gleðir seg at síggja tykkum🫶.



Kommentarer